Aftaná langa bíðitið, so kemur enn ein bloggur endilga upp: Um Amerika var landið við teimum stóru máltiðunum, og ikki minst, stóru sodavatnunum, og Tahiti kanska landið við tí "stóru" sólini og strondini, so hevur New Zealand í øllum føri verið landið við teimum stóru upplivingunum! Vit komu fyrst til Auckland aftaná at hava sovið á flogvøllinum í Papeete, og síðan eftir ein langan flogtúr. Tá vit endiliga komu fram, var tað fyrsta vit løgdu merki til, at tað var øgiliga kalt! Kanska ikki so løgið, tí bæði í Amerika og Tahiti høvdu gradirnar ligið um tær 30, og so tá mann kemur niður aftur á 15 so følir mann tað! Annars sóu vit eisini beinanvegin hvussu vakurt landið er. Ikki sørt líkt Føroyum við klettum og fjøllum, tó eru fjøllini klødd í trøum. Men kuldin
... read more