Tahiti


Advertisement
French Polynesia's flag
Oceania » French Polynesia » Tahiti
October 12th 2009
Published: October 12th 2009
Edit Blog Post

Tahiti

Aftaná 8 tímar og 3 filmar í einum flogfari komu vit endiliga til Papeete, Tahiti. Vit lendu uml kl 6.30 um kvøldi, men hóast alt var myrkt, sóu vit skjótt at hetta var eitt heldur øðrvísið land, vit vóru komin til. Á flogvøllinum vóru vit bjóðaði vælkomin við blómum og livandi tónleiki- 4 fittir tahitiskir menn sótu á einum bonki og spældu guitar 😊
Tá vit vóru sloppin gjøgnum passkontrol og høvdu tikið pengar út (30.000 fr; uml 3.000kr), fóru vit at finna okkum ein taxabil at koyra okkum til hostellið. Vit funnu nakrar taxabilar og lupu í tann fyrsta. Vit vístu tí heldur eldra sjaførinum addressina, og hann segði beinavegin 'Yes yes', tá vit spurdu um hann kendi. Men vit funnu skjótt útav, at gamli koyrdi beint skeiva vegin. Vit royndu at vísa honum á tað, men hann segði bara 'yes, yes' og dugdi ikki eitt orð á enskum. Vit endaðu so mitt í Papeete uml. 15 min frá flogvøllinum, og endiliga skilti hann at vit aaals ikki skuldu av her! Hann koyrdu so aftur á flogvøllin, fekk directions frá einari konu, og síðani gekk leiðin móti okkara hostell. Tað tók uml 20 min at koyra til Paea, og tá vit komu til hostellið vóru vit móttikin av einum stóórum hundi, sum gøði og leikaði í. Fyrst blivu vit eitt sindur kløkk, men hann tagdi skjótt, og vit sluppu okkum úr taxabilinum. Vit fingu ein skjótan rundtúr á økinum: vit høvdu eitt 6 mans kamar, men bara vit 4 í tí, ein fittan uttandura køk, ein stóran og lekkran hava og ikki minst eitt vaaaakurt blátt hav uml 20 metrar frá kamarinum 😊) Vit komu uppá pláss, hugdu eftir teimum mongu stjørnunum eina løtu og fóru síðani til songar.

16.09.09
Hin fyrsta dagin vaknaðu vit øll sera tíðliga, uml kl 6; har vóru soo nógv ókend og løgin ljóð, at eingin av okkum fekk ligið í songini leingi. Vit fóru upp at eta morgunmat og njóta okkara perfektu umstøður- alt sá sjálvsagt øðrvísið út í dagsljósi, men ikki vóru vit skuffaði!
Vit fóru so ein túr oman á strondina. Tað tók uml 5 min at ganga yvir til eina krita hvíta strond við ljóósa bláum vatni- júst sum eitt postkort! Vit hugnaðu okkum nakrar tímar við at baða, snorkla, sóla okkum osf.
Tá vit komu aftur til okkara íbúð hittu vit okkara fittu vertir: Ralph (ein víðargitin og sera dugnaligur surfari) og konu hansara. Síðani gjørdu vit okkum pasta og hugdu eftir tí vakrasta sólsetrinum nakrantíð! aftaná vóru vit so púúra ferdig og fóru í song uml kl 19- strævið lív!

17.09.09
Aftur hendan morgunin vaknaðu vit tíðliga (kanska ikki so løgið, tá vit løgdu okkum kl 19..). Veðrið var gott, so aftaná morgunmatin foru vit oman á strondina at hugna okkum.
Tá vit komu hoym gjørdu vit av at fara at grilla um kvøldið, so vit fóru til handils at keypa inn til eyndamálið.
Hetta bleiv eitt sera hugnaligt kvøld vid grillmati (tvs burgara vid ketjupp), sólsetri og stjørnum 😊

18.09.09
Aftaná kanska í so langa tíð á strondini dagin fyri, kendu vit okkum næstan øll eitt sindur brend, so vit gjørdu av at leiga ein bil. Vit fóru eftir bilinum kl 9 og koyrdu í uml 5 tímar við nørkum fáum stoppum, og sigast má, at ikki nógv áugavert er at síggja í Tahiti. Bæði norður- og eystur síðan vóru heldur óinteressantar, og vit vóru øll samd um at vit uttan iva høvdu tað vakrasta og lekkrasta staðið á oydni! 😊
Um kvøldið fóru vit ein biltúr inn til Papeete at lodda býarlívið eitt fríggjakvøld. Men heldur ikki tað var nógv at reypa um. Vit funnu eina barr, har uml 30 fólk sótu, og tað var tað. So aftaná uml 2 tímar gekk leðin aftur til húsar og síðani í song.

19.09.09
Leyggardagurin 19 varð ikki gjørt nógv til nyttu í Paea. Vit fóru enn einafer tíðliga upp og fóru ein túr á strondina. Vit hugnaðu okkum har eina løtu, og dreingirnir kajakaðu ein langan túr yvir til eitt flott hotell. Knappliga fór tað at regna, og vit fóru hoym at hugna okkum.
Um kvøldið ætlaðu vit at eta burgara á einari matstovu beint við, men tá vit komu yvir har var hon stongd, so tað endaði vid at vit fóru hoym at eta pasta og rís 😉

20.09.09
Sunnudagurin bleiv heldur ikki ein sera aktivur dagur. Tað var heldur yvirskuggja, so vit hugnaðu okkum bara við kortspølum, práti osf. Um kvøldið fóru vit at keypa burgarar, og hugnaðu okkum við sólsetri og tí vakra havinum.

21.09.09
Okkara síðsti dagur hjá Ralph og hansara unnustu. Bodil og eg fóru yvir á strondina at taka nakrar myndir og filmar, meðan dreingirnir aftur silgdu ein langan túr í kajakbátunum. Seinni uppá dagin fóru vit yvir í handilin at keypa inn til restina av túrinum. Um kvøldið ætlaðu vit ordiliga at njóta okkara síðsta sólsetur, men tíverri var yvirskýggja, og vit sóu ikki so nógv :/ Men drteingirnir silgdu út til koralrevið, og teir søgdu seg síggja eitt sers flott sólsetur. Aftaná varð pakkað, og vit vóru øll eitt sindur kedd um at skula fara frá Ralph og hansara sera lekkra hús.

22.09.09
Týsdagin 22 gekk leðin til Moana Hiti Villa, sum lá uml 15 min frá Ralph og hansara stað. Um morgunin fóru vit upp og bíðaðu mestsum bara til at sleppa avstað. Ralph hevði lovað at koyrt okkum, men so máttu vit bíða eina løtu eftir honum. Bodil og eg slappaðu av, meðan dreingirnir fóru at rógva ein túr út til koralrevið, teir komu tó skjótt aftur, av tí at Marnar datt á revinum og skurslaði ryggin, beinini og armarnar! Tíbetur var Ralph til staðar, og hann koyrdi Limón á sárini hjá Marnari fyri at reinsa tey.
Seinni koyrdi Ralph okkum til hitt nyggja staðið. Tað var heilt okai- eingin strond, men ein fín swimmingpool. Vit hugnaðu okkum eina løtu við poolin, áðrenn kvøldið bjóðaði uppá tað sama sum altíð: pasta, kort og hygg.

23.09.09
Um morgunin fóru vit út at sóla okkum við poolina, men har var næstan eingin sól, so vit mestsum slappaðu bara av í skugganum. Dreingirnir fóru enn einaferð at rógva ein túr, men vóru heldur skjótir aftur. Mitt á degnum noyddust vit øll inn eina góða løtu, av tí at tað bleiv sera nógvur vindur og regn- næstan føroyskt veður í eini 15 min!
Um kvøldið var planurin at fara til eitt dansishow í Papara, men tá vit komu framm, sóu vit at alt var avlýst vegna veður (!) Heldur løgið í okkara verð, av tí at veðrið var fínt, bara nakrir fái droppar av og á.. Vit fóru so hoym, og hugnaðu okkum har við einum góðum filmi.

24.09.09
Vit vaknaðu hósmorgunin við sólstrálum og góðum veðri. Enduliga fingu vit ein sóldag við poolina! Vit lógu heldur leingi, tó við nøkrum pausum til at spæla kort, eta og annað. Um kvøldið royndu vit aftur at fara inn til Papara at síggja dansishowið. Tá vit komu inn regnaði seeera illa, men lukkutíð sleyt í, og showið varð gjøgnumført. Tað var eitt show við umboðum frá ymsum londum, eitt nú Brasil, Spania, Hawaii, Tahiti osf. Sumt var spennandi og flott, meðan tað mesta var heldur longi og óintressaant. At enda vóru vit seeera móð av teimum uml 20 hula-dansunum úr Hawaii vit høvdu sæð- alt sera einkult og líka..
Men tað bleiv eitt hugaligt og gott kvøld hóast alt 😊

25.09.09
25'inda var ein vátur dagur. Tá vit vaknaðu um morgunin regnaði tað, og tá vit løgdu okkum at sova um kvøldið regnaði tað eisini. Vit nýttu tað mesta av degnum inni vid kortspølum o.a, men tad var eisini hugnaligt. Tad er als ikki bara í Føroyum at tílíkir dagar koma fyri!

26.09.09
Leyggardagurin var so at siga okkara síðsti dagur í Moana Hiti Villa. Vit fóru tíðliga upp, og brúktu næstan allan dagin út í sólini- nú skuldi brúnkast og kempast fyri teimum farligu strálunum! Vit vóru sera áhildin, tó við nøkrum pausum til kortspøl og mat..
Um kvøldið pakkaðu vit og ruddaðu sum fragast, tí morgunin eftir skuldi kjekkast út.

27.09.09
Klokkan 10 sunnumorgunin kjekkaðu vit fýra út fyri síðstu fer í Tahiti. Vit skuldu tó ikki flugva fyrr enn mánamorgunin, so vit høvdu fingid loyvi frá eigarinum at hanga út við poolina til um kvøldið. Tad var yvirskyggja, men vit slappaðu av í sólstólunum inntil tað knappliga fór at ooysa niður. Vit funnu okkum skjól undir einum træði og bíðaðu har til tad sleyt í. Tá tad ikki regnaði so illa, skundaðu vit okkum at ganga yvir í ein litlan handil. Vit keyptu nøkur smáting, og akkurát tá vit trakkaðu út úr handlinum, byrjaði aftur at oysa niður. Vit hildu tad bara vera eitt æl, so vit settu okkum uttanfyri handilin at bíða. Men so var ikki. Vit sótu yvir 1 tíma í ooooysandi regni og bíðau, tá endiliga sleyt eitt sindur í, skundaðu vit okkum at ganga aftur til hostellið.
Tá vit komu aftur á hostellið høvdu vit fingid gestir. Eitt spanskt ferðalag (sum btw hevði framført til dansishowið) hevði kjekkað inn, og tey hugnaðu sær í fult speed. Vit settu okkum út á ein mola at spæla kort, og meðan vit spældu gleyð ein gamal maður á kajuni!- tað sá ikki gott út, hann lá stillur leeingi, men at enda kom hann upp frá aftur. Hann hevði knalla høvdið í, men fekk væl gingid sjálvur. Ambulacin var skjóttur á staðið, og teir tóku hann vid sær- eitt heldur óhugnaligt upplivilsi, sum tíbetur sá út til at enda gott!
Tad var eitt ordans roks at finna fart á flogvøllin. Tad var jú sunnudagur, so eingir bussar koyrdu. Eigarin av okkara hotell hevði bjóða seg til at koyra okkum fyri 12.000 fr (tvs uml 750kr)! 750kr fyri 20 min hildu vit tó vera aaalt ov mikið, men hann seðgi so hugagóður at tad var prísurin fyri at koma á flogvøllin; ikki bara hjaa honum, men hjaa øllum taxabilum. Vit hildu tó ikki at hetta kundi passa, so vit ringdu sjálvi til ein taxa fyri at kanna málið. Tad var ein fitt kona, og hon segði seg taka 4.000fr (tvs uml 240kr) fyri at koyra okkum! Tíbetur kannaðu vit sjálvi málið og spardu nóógvar pengar, sum óivað koma væl við í Thailandi 😉
Vit komu so á flogvøllin í øllum góðum, har vit skuldu bíða í uml 12 tímar. Tíðin gekk óvæntað skjótt! Vit spældu kort, ótu, prátaðu, svóvu osv, og sluppu glað og SPENT í flogfarið kl 07 um morgunin 😊

28.09.09
Mánadagurin var ein bókstaviliga stuttur dagur. Vit kjekkaðu inn í flogfarið kl 07 og flugu um tíðarlinjuna uml kl 10, so ein 10 tímar langur dagur, har vit bert bíðau og svóvu- eitt heldur løgið fyribrigdi.

Fyri at taka saman um Tahiti høvdu vit tvær góðar vikur. Tad var sera lekkurt at sleppa at slappa av við bæði strond og pool, men vit hildu øll at tvær vikur vóru nokk av tíð- at enda vóru vit eitt sindur móð av sól og hita.
Sum heild hevur Tahiti ikki so nógv at bjóða uppá. Vit gjørdu eina roynd at koyra oydna runt, men vit komu til tad niðurstøðu, at okkara hvíta strond var nógv tad flottasta at síggja. Vit hoyrdu eisini frá øðrum, at um ein vil síggja natúra og annað spennandi, so má ein fara út á hinar oyddnar rundanum Tahiti. Fólkini vóru næstan øll blíð. Vit fingu nógv smíl á gøtunum, og tey fletsu heilsaðu fitt uppá okkum.
Tó er eitt sera negativt vid Tahiti, at alt er so dýrt. Ikki eitt land ein kann vera leingi í, t.d kostaði ein mjólkapakki uml 24kr.
Men sum heild ein deilig oyggj, við postkort-náttúru og blíðum fólkum; avgjørt eitt stað, ið kann anbefalast! 😊

Vit hava eisini lagt fleiri filmar út á www.getjealus.com/anbomani

- Annika, 05.10.09

Advertisement



Tot: 0.062s; Tpl: 0.01s; cc: 11; qc: 48; dbt: 0.0346s; 1; m:domysql w:travelblog (10.17.0.13); sld: 1; ; mem: 1.1mb