Leiðin gongur víðari


Advertisement
United States' flag
North America » United States » California » Los Angeles » Venice Beach
September 15th 2009
Published: September 15th 2009
Edit Blog Post

Nú fer fyrsti parturin av okkara túri so skjótt at líða móti endanum.
Túrurin byrjaði í New York. Býurin sum ongantíð svevur, tað stóra epli - eitt hav av fólkum sum svimja runt í skipaðum kaos. Vit gingu runt har í Manhattan millum hinar milliónirnar av fólkum. Vóru í Empire State Building, fóru út til Statue of Liberty og nýttu náttarlívið í Times Square, meðan morgnarnir gingu við at renna í Central Park.
Næst var so Los Angeles. Einglanna býur, býurin hjá teimum kendu, ella eisini kendur sum býurin har Beckham býr. Tað bleiv gingið á teimum tiltiknu stjørnunum, men heldur skuffandi vóru tey einastu kendu vit sóu voksdukkirnar uttanfyri hjá Madam Tussauds. Ikki tí at vit ikki royndu at síggja tey - eg eri als ikki errin av at siga at vit vóru á einum “stalkara” túri, har vit við guide vórðu koyrd til húsini hjá teimum ymsu kendu fólkunum. Eftirsigandi sóu vit tó á ryggin hjá einum ávísum “Luka” úr seriuni “ER” ella betri kent sum “Skadestuen”. Men eitt fingu vit so við - tað var at Beckham býr á Beverly Hills eitt ella annað nr. 1105, so veit mann hvar mann skal fara at banka uppá at spyrja um té, næstu ferð mann er her í LA.
Síðani byrjaði tann tiltikni asiatiski busstúrurin hjá okkum. New York, London, Egyptalandi, Rom og Venedig og París, ja hvar aðrastaðni enn í Las Vegas kann mann finna allar hesar býirnar, og fyri at tað ikki skal vera lygn so vóru vit eisini í Danmark seinni í sama busstúrið! Men eftirsum at tað sum “happens in Vegas, stays in Vegas” verður ikki meir sagt um tann býin.
Tað má allarhelst eisini nevnast tá mann hevur verið í einum av teimum sjey undrunum í verðini, so here goes: vit vóru eisini í Grand Canyon.
Vit hoyrdu at vit eisini komu til San Francisco, men vit sóu ikki nógv fyri mjørkanum. Føldu okkum næstan sum heima. Annars ikki nógv sum kunnu reypa av at hava verið á Golden Gate brúnni uttan at hava sæð hana. Vit eru nøkur úr tí exlusiva klubbanum.
Afturkomin til LA tímdu vit ikki hetta fjasið við Hollywood longur, so teir seinastu dagarnir eru farnir við at ganga túrar, liggja á strondini og ikki minst nýta útsýnið!
Men nú er gott at leiðin gongur víðari í morginárini, tí nú byrjar amerikaniseringin veruliga at taka. Morgunmaturin er vorðin hvítt breyð við peanutbutter og kaku cornflakes. OK, kanska hatta er eitt sindur yvirdrivið, ikki tí tað er lætt at fella í tað grøvina. Tað er bíligari og lættari at keypa McDonalds ella Burger King enn at fara at eta sunt. Subway hevur verið okkara bjarging, so vit eru ikki blivini heilt feit enn. Og eftirsum vit fara víðari í morgin, vóna vit, at tað fer at halda.
Í morgin gongur leiðin so sum sagt víðari, og spurningurin er hvussu væl bloggurin kann updaterast tá, tí at internetið verður heldur óstabilt. Men okkurt skal nokk koma út fyrr ella seinni.
Góða nátt - Marnar


Advertisement



18th September 2009

Heilsan frá Ásu og Sigvald
Havi fyrst nú fingið lisið alt, sum tit hava upplivað, stuttligt at lesa. Eg dugdi ikki at koma víðari í fyrstani, nú gongur betri. Vit hava upplivað Chicago, men ikki í tann dur, sum tit uppliva stórbýirnar. Her stendur væl til, góða ferð víðari. Sigvald.

Tot: 0.061s; Tpl: 0.016s; cc: 7; qc: 43; dbt: 0.0325s; 1; m:domysql w:travelblog (10.17.0.13); sld: 1; ; mem: 1.1mb