San Francisco og Santa Monica


Advertisement
United States' flag
North America » United States » California » Los Angeles » Venice Beach
September 15th 2009
Published: September 15th 2009
Edit Blog Post

Aftaná 15 tímar í bussi saman við 50 kinesarum, komu vit endiliga fram til San Francisca. Vit kjekkaðu inn á Hotel Hilton, og vit vóru øll so móð, at leiðin gekk beint í tær seeera lekkru sengurnar.
06.09.09 skuldi alt tað vakra í San Francisco síggjast. Beinavegin vit trakkaðu út út Hilton kendu vit tað, at vit ikki longur vóru í LA- vit hildu tað vera sera kalt í San Francisco!
Vit steðgaður fyrst í Chinatown (surprice), har vit kundu keypa okkum morgunmat, síðani sóu vit eitt flott listasavn og klintraðu nakrar av teimum mega brøttu brekkunum, ið sermerkir San Francicso. At enda steðgaðu vid við Golden Gate Brúnna- ella tad ganga vit í øllum førðum út frá! Mjørkin hekk lágt yvir havið og vit sóu onga brúgv; bara okkurt reytt, ið vit sjálvsagt ganga útfrá var hin vakra brúgvin..
Síðani gekk leðin oman á havnina, har tey, ið høvdu bílagt sær ymsar túrar, skuldu møta. Vit høvdu ikki bílagt nakad, so vit høvdu knappiliga 6 tímar á havnini í San Francisco í (eftir okkara tykki) nógvum kulda! Tað virkaði longi, men vit funnu ein bókahandil, ótu okkurt smávegis og gingu annars bara runt, so tað var fint 
Vit komu hoym á hotelli uml kl 07, og vit skuldu upp dagin eftir kl 04, so leiðin gekk enn einaferð bein í song.
07.09.09 var ein laangur dagur. Vit byrjaðu vid at fara frá Hilton kl 05. Tað var ein løgin morgun; fyri tad fyrsta vóru vit 30 min ov sein avstad, tí eitt løgid ukrainskt par hevði forsovið seg og hendan morgunin sóu vit okkara fyrsta kinesiska klandur- ein kinesisk kona var svøøk inn á eitthvørt, og hon skeldaði guidein hjá okkum í uml. 20 min- kl 05 um morgunin! Langt úti..
Ná, vit komu endiliga avstað og koyrdu eina løtu, áðrenn vit steðgaðu eftir morgunmati- ella tvs. At vit steðgaðu beint uttanfyri eitt Mc Donalds.. Aftaná koyrdu vit nakrar tímar til vit komu til eina sera flotta national park. Har vóru høg fjøll, nógv trøð, áir, djór osv. Vit steðgaðu á nakrar tímar, áðrenn leiðin aftur gekk í okkara elskaða buss. Vit koyrdu nøkunlunda beinleiðis hoym, og komu á hotelli kl 7 til okkara síðsta nátt á einum hotelli.
08.09.09 var okkara seinasti dagur vid AmericaAsia. Leiðin gekk til Disney Land vid einum mini bussi.
Tad var ein hugnaligur dagur og stuttligt var at ganga millum øll tey fittu húsini. Tad var eisini stuttligt at royna øll tingini, men eitt sindur ov leigi at bíða. T.d. bíðaðu vit einafer 30 min og tá vit enduliga sluppu framat, var tad aaaaaals ikki bíðitíðin verd!!
Eg haldi sum heild at dagurin var merktur av, at vit øll 4 fóru heldur móð av teimum spennandi, men heldur stravnu 10 døgunum saman vid AmericaAsia.
Um kvøldið komu vit á okkara nýggja hostel, sum vit skulu búgva á í eina viku. Tad liggur sera væl fyri- tætt vit strondina og nógvir handlar rundanum. Her er fint- tad er ikki nakad hotell, men fint fyri okkum; doyligt at vit aftur kunnu gera okkum at eta.
Lekkurt at leggja seg at sova, og ikki skula upp kl 04 ella 06 
09.09.09 var okkara fyrsti avslappingardagur í longri tíð. Og tad hava vit útnýttað! Vit fóru upp at eta morgunmat, áðrenn vit fóru ein túr á Venice Beach. Vit hyggaðu okkum í sólini og við stórum og góðum aldum.
Um kvøldið fóu vit bara hoym, gjørdu okkum at eta, hugnaðu okkum við einum filmi, og fóru so aftur í song. Ein avslappaður, men góður dagur
10.09.09 vakanaðu vit kl 07, av tí at nakrir menn arbeiða uppá eini hús Beeeint uttanfyri okkara vindeyga! Vit gjørdu av at fara ein gongutúr yvir á Santa Monica Beach. Tað var ein heldur langur túrur fram við Muscle Beach og annad gott. Um kvøldið fóru vit hoym at eta, áðrenn vit funnu nakrar súklur og leiðin aftur gekk til Santa Monica. Tad var seeera lekkurt at súkla eftir strondini og vit endaðu á Santa Monica Pier (har sum tivoliið er). Ein hugnaligur og heldur aktivur dagur :O
11.09.09 var fyru fyrstu fer yvirskuggja í LA (also meðan vit hava verid har). Dreingirnir fóru at mini surfa um morgunin, og Bodil og eg fóru at ganga ein túr. Teir høvdu tað hugnaligt og vit báðar funnu okkara nýggi yndishandil- ein 99 cents Store, sum er ein handil, har aalt kostar undir 1 dollara- Lekkurt 
Um kvøldið fóru vit at keypa okkum pizzu. Tað vóru seera stórar pizzur og vit gjørdu av at deila tvær. Tær vóru bíligar og smakkaðu væl, so tad var lekkurt. Komin hoym hugnaðu vit okkum bara vid einum filim. Leggjast kann afturat at tad er heldur løgið at vera staddur í USA á degunum 11.09- just 8 ár eftir álopið á tjóðina.
12.09.09 var ein ordans fótbóltsdagur. Dreinginir fóru upp kl 07 at hyggja eftir Liverpool í sjónvarpinum. Teir vunnu 4-0, so lagid var gott á Nicolasi!
Bodil og eg fóru ein súklutúr, meðan dreingirnir hugdu eftir fótbólti. Vit súklaðu nokkso langt eftir strondini, og komu framvið einum Hawaii brúdleypi! Vit kendu okkum akkurát sum í einum filmi; tvær gentur stóðu og dansaðu, alt gekk fyri seg mitt í sandinum osv. Tad var skeg og heldur specielt at síggja.
Tá vit komu hoym, vóru dreingirnir á veg avstað. Teir høvdu keypt sær bilettir at hyggja eftir Beckham og La Galaxy. Dysturin var kl 7.30, so teir vóru seinir aftur. Bodil og eg hyggaðu okkum bara hoyma vid filmi og frukti 
Nú er 13.09.09 og eg liggi her og lurti eftir fótbólti gjøgnum neti, meðan eg skrivi hendan bloggin. Hini 3 liggja og sova, men klokkan er næstan 9, so tey munnu vakna skjótt.
Skilið er annars ikki gott akk nú- NSI hevur akk tapt 1-0 á heimavølli móti B68!!  Gott man ikki er hoym!
Nú fara vit oman at eta morgunmat, so farval herfrá.
- Annika

Advertisement



Tot: 0.062s; Tpl: 0.01s; cc: 11; qc: 44; dbt: 0.0414s; 1; m:domysql w:travelblog (10.17.0.13); sld: 1; ; mem: 1.1mb