10 dagar túrur kring California


Advertisement
United States' flag
North America » United States » California » Los Angeles
September 8th 2009
Published: September 8th 2009
Edit Blog Post

Aftaná 3 vikur á hostell og við heldur ivasamum umstøðum, var tað seeera doyligt at koma inn á eitt hotell. Fyri fysrtu fer í 21 dagar høvdu vit eitt privat kamar við egnum wc’i, reinum seingjaklæðum og øllum øðrum góðum. Tann fyrsta dagin á okkara nýggja flotta hotelli slappaðu vit av við poolin og hyggaðu okkum við nudlum og filmi, vit vóru øll móð og skuldu tíðliga upp, so aftaná eina løtu við ‘góðum’ amrekanskum sjónvarpi, sovnaðu vit.
Mánadagin 31-08 fóru vit okkara fyrsta útferð. Vit sóu skjótt, at hetta ikki var eitt vanligt amrikanskt felag vit høvdu bookað hjá- felagið eitur American Asia og uml. 90% av luttakarunum eru kinesarar. Eitt sindur óvantað, men annars eitt gott og vælskipað felag- leggjast kann afturat, at vit nú, aftaná nógvar langar busstúrar við kinesiskum guide, eru heldur væl fyri kinesiska málinum víðvíkjandi 😉
Ná, fyrsti dagurin skuldi nýtast í Universal Studios parkini í Hollywood og busstúrurin hartil tók uml. 1 tíma. Eg má persónliga siga, at eg hevði ikki væntað mær nakað serligt av parkini hjá Universal Studios- men eg bleiv klókari!
Fyrst sluppu vit við bussi/toki út til øll studioini. Tað tók uml. 1 tíma og vit sóu mangt spennandi so sum special effektir og nógvar kendar senur, so sum Jaws, Jurassic Park og War of The Worlds. Leggjast kann afturat, at vit eina løtu máttu vera still, av tí at vit koyrdu forbí eini hús, har ein partur av Desperate Housewives akk bleiv filmaður!
Aftaná studio túrin mátti vit renna aftaná okkara kinesiska guide fyri at klára at síggja øll showini og aftur sóu vit nógv kul; ein 4D-film, fleiri kul show, special effektir og nógvar foytar rutsjebanur!
Alt í alt høvdu vit ein seeera góðan dag, og komin hoym á hotellið í LA, vóru vit aftur so móð at vit skundaðu okkum at eta nakrar nudlir, áðrenn leiðin aftur gekk í songina.
Dagin eftir, 01.09, gekk leiðin til Seaworld í San Diego. Tað tók uml. 4 tímar at koyra, og á vegnum steðgaðu vit nakrar fer- einafer til at eta buffe á einar kinesiskar matstovu og einafer á einari havn, har dreingirnir fóru ein túr við einum báti at hyggja eftir tí stórstu hernaðuligu sjó-basanum í USA.
Seaworld var eisini eitt posotivt upplivilsi. Vit sóu ymisk show við bæði delfinum, hvalum, kópum og nógvum øðrum djórum. Eisini var nógv annað at síggja og gera, sum t.d. hávar, spøl, rutsjebanur o.a.
Aftaná ein heldur stravnan biltúr hoym, fóru vit aftur at leggja okkum beinavegin- vit skuldu tíðliga upp, tí dagin eftir gekk leiðin til Las Vegas 
02-09 gekk leiðin til Las Vegas. Tað var ein laaangur túrur- tað tekur uml. 4 tímar at koyra, men vit steðgaðu á heldur ofta, so tað tók 8 tímar at koma framm. Eg helt tað vera løgið at koyra mitt í Nevada oyðimørkini- eitt oyði øki, men tók við yvirraskandi mongum húsum, handlum og øðrum. Til tíðir komu vit framm á heilar bygdir av matstovum og handlum.
Aftaná tann langa biltúrin komu vit endiliga til Las Vegas- býurin, ið øll práta um, og vit vóru mitt í honum. Hotellið hjá okkum kallaðist Imperial Palace og lá mitt á rokanum- beint yvir av Cesar Palace. Hotellið var lekkurt við bæði handlum, kasino og stórum pooli.
Um kvøldið fóru vit ein Night Tour við okkara felagi. Túrurin var uml 3 tímar, og tók okkum kring Las Vegas fyri at síggja øll showini, ið vóru ókeypis. Og sanniliga má sigast at Las Vegas er The City Of Entertainment! Vit sóu bæði, ljós, vatn og ljóð show- sera flott! Tó má eg siga at tað er heldur óintressant at vera undir 21 í Las Vegas- tað avmarkar stuttleikan nógv..
03.09 máttu vit møta uttanfyri hotellið kl 06. Í dag skuldi Grand Canyon síggjast og túrurin var heldur langur, so tíðliga mátti farast frá húsum. Tað tók uml. 5 tímar at koyra, men aftur hesa fer steðgaðu vit á heldur ofta og leingi, so vit vóru ikki frammi fyrrenn uml. 8 tímar aftaná vit fóru frá húsum. Á vegnum koyrdu vit yvirum tí víðargitnu Hoower Dam demninginum, ið var flottur at síggja. Tá vit enduliga komu fram til Grand Canyon, gjørdust vit ikki skuffaði. Eg haldi ikki at nakar av okkum hevði vantað nakað serligt av Grand Canyon, men vit vóru øll samd um, at hin 8 tíma langi busstúrurin avgjørt var sjóndina av Grand Cayon verdur! Vit høvdu bert ein tíma at hyggja í, men av tí at ein ikki kann ganga so langt, hildu vit tað vera akk fyri- vit fingu ein góðan tíma at njóta sjóndina av einum av teimum 7 undrinum í heiminum 
Aftaná aftur 8 tímar í bussi á veg til Las Vegas aftur, vóru vit fýra aftur púra drenaði fyri orku, men vit gjørdu av at vit ikki ætlaðu at sova Vegas vekk, so vit fóru ein túr út at ganga runt í býnum. Har var nóógv spennandi at síggja og vit kendu okkum sum mitt í einum filmi. Tíverri var sera heitt, nógv fólk og vir vóru øll móð, so Bodil bleiv heldur illa fyri eina løtu, so vit máttu leita okkum vekk frá øllum rokanum, og fóru stutt eftir hoyma hotellið.
04.09 var okkara Las Vegas túrur av. Vit fóru í bussin um morgunin, og fyrireikaðu okkum uppá enn ein langan busstúr. Vit steðgaðu við eina sjokulátu fabrikk, har vit fingu ein tíma at hyggja, men har var sera lítið at síggja, so aftaná 10 min sótu vit aftur í bussinum.
Vit koyrdu benleiðis hoym, tó við onkrum eti-pissi-shoppi-osv-stoppi.
Tá vit komu til Ramada Inn í LA aftur, fóru dreingirnir beileiðis at svimja, meðan vit báðar bara slappaðu av á kamarinum.
Beint nú siti eg í bussinum á veg til San Francisco. Vit hava koyrt í uml. 12 tímar, og enn hava vit 3 eftir. Vit hava tó steðga nakrar fer- eitt nú í einum donskum býi- allir handlarnir vóru danskir, donsk fløgg hingu allastaðni, gøtunøvn o.a. var danskt, osv.
Vit steðgaðu eisini við einum gomlum slotti, men vit høvdu ikki hug at gjalda fyri at koma inn, so vit tóku heldur ein flottan túr eftir strondini.
Eg má siga tað, at vit eru øll seeeera móð av at koyra buss nú; 10 dagar við í miðal 5 tímar í bussi um dagin, er eitt sindur ov mikið. Men nú hava vit bara 2 dagar eftir í San Francisco, so gongur leiðin aftur út á eitt hostell, sum hesu fer liggur beint við Santa Monica Beach 😉
Í San Francisco skulu vit búgva á Hilton, so tað ljóðar lekkurt, og vit eru øll spent uppá hvat hin kendi býurin hevur at bjóða!
Farvæl herfrá og alt tað besta har heima- Annika




Advertisement



Tot: 0.104s; Tpl: 0.01s; cc: 10; qc: 46; dbt: 0.0798s; 1; m:domysql w:travelblog (10.17.0.13); sld: 1; ; mem: 1.1mb