Blog í Hollywood


Advertisement
Published: August 31st 2009
Edit Blog Post

Nú er sindur síðani eg seinast skrivaði, og tað kann ikki sigast at tað er tí at einki hevur verið at skrivað um!
Nú situr mann í Los Angeles og skrivar, mitt á Hollywood Boulevard, á gøtuni við stjørnunum á vegnum., men síðani tað er so langt síðani eg seinast skrivaði, kann eg minnast eitt sindur aftureftir eisini.

New York:
Vit komu seint um kvøldið til New York, og tí høvdu vit avgjørt at sova fyrstu náttina á flogvøllinum. Vit settu okkum so so fitt á nøkur setur og royndu at sova eitt sindur. Eftirsum vit vóru fýra kundu vit býta vaktirnar soleiðis, at tað allatíðina var onkur vakin. Tað gekk so fínt, og vit komu ígjøgnum náttina. So hevur mann eisini prøva tað.
Dagin eftir fóru vit so spent inn í New York at finna okkara hostel. Tað var ógvuliga heitt, og tær tungu taskurnar á rygginum gjørdu tað ikki betri, men vit komu fram allíkavæl. Men inn sloppu vit tó ikki - har var læst, og vit fingu fortalt at vit ikki skuldu gera okkum vónir um at sleppa inn fyrr enn um eini tveir tímar.
Tá vit so høvdu verið nakrar metrotúrarm og sveitta nakað nógv sluppu vit endiliga inn, og tað var ikki nøkur vøkur sjón! Eg fari ikki eingongd at royna at seta orð á tað, tað var sum tikið beinleiðis úr einum “horror” filmi, so tað fyrsta vit gjørdu var at royna at finna eitt nýtt hostel, men av tí at vit ikki funnu nakað til sama dagin, noyddust vit at sova har eina nátt. (P.S. vit hava lagt eitt video út á GetJealous.com/bloggers/anbomani)
Hostellið dagin eftir var munandi betri - tað lá beint við Times Square, og fólkini vóru faktist fyrkomandi! Har gingu so fýra dagar, og so komu vit til eitt annað, líka lekkurt, hostel. Har svóvu vit í einum 8 songs kamari, so har komu vit ordiliga í kontakt við aðrar fjakkarar, millum annað tveir avstralar/avstraliarar? Sum vit fóru út til eitt sovorðið stand up comedy tað eina kvøldið. Stuttligt at uppliva tað eisini.
Annars er Central Park avgjørt eisini vert at nevna. Har fóru vit fleiri av døgunum. Tað er ideelt at renna um morgunin, dagin ella enntá kvøldið. Tað er ein ógvuliga stór og hugnalig park, ja so stór at eg og Nicolas hálvviltust har inni. Vit vóru farnir at renna, meðan Bodil og Annika gjørdu fimleik á einari ong. Tað endaði við at tær máttu bíða rættuliga leingi, av tí at vit bæði ikki orduliga vistu hvønn veg vit skuldu renna og fullu í prát við ein gamlan blíðan mann.
Men so til endans var tíðin í New York liðug, og vit máttu siga bei við allar skýskrabarnar, Statue of Liberty og teir gulu taxa bilarnar.
Los Angeles:
Flogtúrurin tók fimm tímar, so tað er lítið av miklum. Tíðarmunurin er -3 afturímun til NY, og -8 afturímun til har heima. Tað fyrsta vit hugsaðu um her var at fólkini virkaðu blíðari enn í NY. Tey smílast og bjóða seg til at hjálpa, og alt virkar ikki so resut sum í New York. Ikki tað, tað kann væl vera at vit bara hava verið heppin enn.
Her er eitt sindur heitari enn tað var í New York, og tað følist eisini. Tað hevur verið upp í 98 gradir fahrenheit (36 celsius). Hostellið hjá okkum liggur sum sagt mitt á Hollywood Boulevard, so tað er ikki langt til nakað, men tað fyrsta kvøldið vóru vit so passaliga móð, partvís orsaka av tíðarmuninum og partvís av tí tað faktiskt er rættuliga strævið at ferðast, at tað endaði við at vit fóru tíðliga í song.
Dagin eftir vóru vit so ein sightseeing túr har vit koyrdu runt í Los Angeles og sóu húsini hjá nógvum av teimum heilt kendu sjónleikarunum. Vit høvdu vónað at sæð onkran kendan eisini, men tað bleiv bara til húsini hesa ferð.
Í dag fóru vit oman á strondina. Tað var okkara fyrsti, av vónandi fleiri túrum til sjógvin á túrinum. Har bleiv bæði sólað og svomið, og bæði ryggurin og serliga lørini føla, at eg havi fingið íso nógva sól. Um kvøldið fóru eg og Nicolas so í 3-d Biograf við setrum sum rystast í takt við actionið í filminum. Tað ger filmin rættuliga nógv meir spennandi at síggja og føla spreinginarnar, sum um tað hendi fyri einum sjálvum í veruleikanum.
Í morgin skulu vit so flyta hostell áðrenn vit byrja okkara busstúr runt California. Spennandi.

Eg veit ikki rættuliga nær hesum bloggurin kemur út á netið, tí vit hava ikki internetsamband alla staðni, men hetta er so skrivað 29 - 08. Marnar


Advertisement



31st August 2009

uff :D
brenni man verður øvintsjúkur av at lesa um alt tað tit hava upplivað... onki skeg :( .. :P Nógvir tankar eru sendir til tykkum øll.. Passi bara væl uppá tykkum! :* Og blívi við við at skriva.. ! ;)
4th September 2009

heilsan
Vit hava frætt, at vandar eru á leiðini hjá tykkum, men tit komu væl burtur úr við góðari hjálp frá ókendum fólki, einglarni hava passað uppá tykkum og bønirnar frá tykkara avvarðandi hjálpa til. Her hjá okkum stendur væl til, veðrið framvegis gott, so øll eru glað og væl nøgd. Góða ferð víðari og havi tað gott øll somul. Jesus fyldgi tykkum. Ása og Sigvald

Tot: 0.053s; Tpl: 0.009s; cc: 7; qc: 44; dbt: 0.0349s; 1; m:domysql w:travelblog (10.17.0.13); sld: 1; ; mem: 1.1mb