Aftaná langa bíðitið, so kemur enn ein bloggur endilga upp:
Um Amerika var landið við teimum stóru máltiðunum, og ikki minst, stóru sodavatnunum, og Tahiti kanska landið við tí "stóru" sólini og strondini, so hevur New Zealand í øllum føri verið landið við teimum stóru upplivingunum!
Vit komu fyrst til Auckland aftaná at hava sovið á flogvøllinum í Papeete, og síðan eftir ein langan flogtúr. Tá vit endiliga komu fram, var tað fyrsta vit løgdu merki til, at tað var øgiliga kalt! Kanska ikki so løgið, tí bæði í Amerika og Tahiti høvdu gradirnar ligið um tær 30, og so tá mann kemur niður aftur á 15 so følir mann tað! Annars sóu vit eisini beinanvegin hvussu vakurt landið er. Ikki sørt líkt Føroyum við klettum og fjøllum, tó eru fjøllini klødd í trøum.
Men kuldin var nú ikki nakar trupulleikim, tað vandu vit okkum skjótt við. Kanska eitt sindur meira dramatiskt, ljóðaðu flógalduávaringar júst í Aucklandi tá vit vóru har. Aftaná flógalduna í Samoa væntaðu tey, at hon eisini fór at raka NZ. Tað var ringt at ikki hugsa um tsunamiina í Asia í 2005, men heppið fyri okkum, so bleiv tað einki av tí.
Fólkini í NZ vóru annars bara stak fitt, og tað hevur heilt sikkurt hjálpt uppá heildarinttrykkið av landinum. Fólkini verða kallaði Kiwiar, og tjóðarfuglurin eitur eisini kiwi, og so ikki fruktin at gloyma, so tað var nokso lætt at blanda. Fuglurin er onkur lítil fuglur, sum tey siga bara livur í NZ og skal smakka avbera væl.
Ætlanin hevði allatíðina verið at í NZ, tá skuldu vit leiga ein bil, og so skuldu vit koyra suður til Christchurch, men tá vit komu har, valdu vit heldur (til lætta hjá foreldrunum, haldi eg) at fara á ein busstúr. Bussurin æt Kiwi Experience, og við honum fóru vit til fleiri meira ómainstream støð, og gingu fleiri minniligar gongutúrar, sum vit uttan iva ikki høvdu funnið um vit høvdu koyrt sjálv. Av teimum kann nevnast at vit gingu í nøkrum gomlum gullminum, fóru til eitt stað, sum eitur Cathedral Cove, har fleiri filmar hava senir úr (m.a. byrjanin á Narnia: Prins Caspian). Gingu til Taranaki falls, og á vegnum sóu vit yvir á fjalli sum hevði leiklutin sum Mount Doom í ringanna Harri. Vit sóu eisini eitt stað har Gollum hevði fiskað úr filminum. Og so eisini Pancake Rocks, og onkra kópakoloni, o.s.fr. Um eg skal siga mína meining, so haldi eg tað var eitt tað besta við túrinum. Tá sleppir mann ordiliga at síggja landið, ikki bara vegirnar.
Sjaførurin hjá okkum var annars øgiliga stuttligur! Hann hevði tað, at hann skifti navn hvønn dag. Fyrst segði hann at hann æt Dominique, men vit skuldu bara kallað han Dom, so næsta dagin Lawrence, men vit skuldu bara kallað hann Larry. So Timothy - Tim, Trevor - mr. T. Bara fyri at nevna nøkur. Ordiliga navnið var GP - Grumpy Pete. Hann dugdi eisini øgiliga væl at lumpa okkum. Fyri at tað ikki skal vera lygn, so fekk hann allan bussin at fara oman til eitt vatn (ja, eitt vatn!!) at fara at hyggja eftir delfinum, og so kundu vit eisini geva teimum breyðflísar við peanutbutter á. Good times.
Men ja, so til tað spennandi, alt tað sum vit prøvaðu:
Tað fyrsta vit gjørdu var at fara á ein whitewater rafting túr. Rafting er tá mann er í einum gummibáti, og so rør mann oman eftir eini á, gjøgnum streymar/fossar. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fóru vit m.a. oman gjøgnum ein 7 m høgan foss. Sera kul!
Og síðani fóru vit við Lake Taupo upp í eitt lítið flogfar, og so upp á 15000 føturs hædd (uml. 4500m) og hoppaðu úr! Gott nokk høvdu vit bæði ein fallskerm á, og ein mann aftanfyri, sum bæði skuldi hála í hann, og stýra okkum niður, men allíkavæl! Gott at mann ikki fekk so nógva tíð at hugsa um tað, tí so hevði mann kanska verði eitt sindur NÓGV meira bangin. Men vit komu so niður, aftaná at hava verið ein heilan minutt í fríum falli! 60-59-58-57-56-55-54-53-52-51... ja, tað er rættuliga leingi!
Dagin eftir fóru vit til eina hýttu mitt í the middle of nowhere! Tað var rættuliga skeg, og vit svóvu fax í einum 32 manns kamari. Rættuliga øðrvísi, tað má sigast! Orsøkin at vit fóru hartil var at tað er eitt tiltikið rafting stað, so tað máttu vit heldur eisini royna. Tað sum eg havi skrivað um, hevur verið eg og Nicolas, men hesaferð kom Bodil eisini við. Hesin rafttúrurin var eitt sindur minni action í, ikki tað, tað var sín partur av action, men hann var longri og flottari, og so at koma heim aftur til eitt heitt brúsubað. Sera lekkurt.
Sum partur av busstúrinum steðgaðu vit eina nátt í einum lítlum hotelli, har vit so um kvøldið skuldu hava ein tema party. Temaði var P. So alt sum byrjaði við P kundi brúkast. Har vóru piratar, prisonarar, puzzles, politistar, palestinar og plato. Sera stuttligt kvøld! Eisini gott við busstúrinum, afturímun til at koyra sjálvur, var øll fólkini mann ferðaðist við, og tá kom mann veruliga at kenna hvønn annan.
Síðani fóru vit til eina lítla avsíðis bygd, har Franz Josef gletsjarin liggur til. Og har kundi mann so fara fleiri túrar niðan á gletsjarin. Eg og Nicolas tóku sjálvandi tað svakasta sum mann fekk, og fóru á ein klintritúr. 8 tímar av ganging og klatring. Til hjálp høvdu vit píkar á skógnum, og tvær ísøksir. Síðani í rættilgum klintrarastíli fóru vit uppeftir fleiri veggum. Og ísveggirnir vóru ikki bara beint uppeftir, fleiri av teimum bugaðu enntá aftureftir! Og tann størsti var ikki minni enn 24 metrar høgur. Næstan 14 ferðir mín hædd. Vit vóru tó spentir í einum bandi, so um (tá) vit dottu blivu vit loftaðir. So løgið tað ljóðar, tá mann hevur roynt altmøguligt annað, so var hetta fax tað, sum mær dámdi best. Gletsjarin var eisini so fantasktiska penur! Bláur, bláur ísur, og ein ordilig kensla av at vera úti í tí villu natúruni. (kanska sindur falskt, tí har vóru gøtir og trappir næstan allan vegin upp) Gletsjarin flytir seg faktiskt uml. 1 metur um dagin, so teir máttu høgga gøturnar allatíðina, fyri at halda tær við líka, so har vóru menn har uppi allatíðina og bara høgdu veg og trappir.
Men so høvdu vit eisini goymt tað besta til síðst! Tá vit komu til Queenstown var tað tíð til at bungyjumpa!! Gentirnar fóru at reiggja, meðan eg og Nicolas fóru at hoppa eitt 134 metrar høgt bungyjump. Men nú skal eg ikki taka nakað frá gentunum, handan reiggjan var ein ordilig reiggja! Tað størsta svingið í heiminum, og tað var um 300 metrar langt við eini 60 metrum fríum falli, so eg veit ikki um "reiggja" er tað rætta orðið.
Men ja, bungy jumpið. Fyrst skuldu vit koyra ein langan túr eftir einum smalum vegi, og so í eina skyrvisliga lift út á ein hangandi platform okkurt sum 150 metrar yvir jørðini. Tað hekk alt á einum veiri, og tá byrjaði mann alvorliga at hugsa um hvat tað var mann hevði teknað seg til. Stóri munurin á skydivinum í Lake Taupo, og bungyjumpinum er at tá vit skydivaðu, var ein maður aftanfyri sum hoppaði fyri teg, hálaði í fallskermin fyri teg, og lendi fyri teg. Men í bungyjumpinum má mann sjálvur hoppað! Tá mann so hevði fingið bandið um beinini, og hevði tankarnar fastar um tað, at í 20 ár hevði einki óhapp verið í hesum felagnum fekk mann kroyst seg nærri at kantinum. Í bakhøvdinum lá tó, at ikki minni enn tveir dagar fyri hevði eitt óhapp verið í Tailandi, har strongurin var slitnaður hjá einum manni. Mirakuløst yvirlivdi hann allíkavæl. Tað bleiv so kroyst vekk, við at tað er jú í Tailandi, og tað er ikki tað sama sum í NZ! Til endans vann bangilsi fyri skommini um mann ikki hoppaði á logikkini, og tað var ikki annað at gera enn at skrála: MAMMMAAAA og hoppa!
Og følilsi aftaná var eisini sooo lekkurt! At hava gjørt okkurt so greinsubrótandi, og koma livandi frá tí. Tá var tað bara at nýta útsýni, og so at koma uppaftur. Tað kann absolutt anbefallast!!
Teir síðstu dagarnar í NZ er annars ikki so nógv at fortelja um. Vit komu til Christchurch og slappaðu simpulthen av, aftaná nakrar ræðuliga strævnar og upplivingarríkar dagar. Søgdu bei við okkara nýggju vinir, og fóru so til Sydney.
Og so eitt lítið update herfrá úr Sydney: Fyrsta vit gjørdu var at fara at sightseea eitt sindur her. Operahúsið og Harbour Bridge. Vit komu enntá líka uppá bakgrundina á einari lokalari sjónvarpsending. Og so fóru vit at, tað sum tey kalla, fjakkarasjoppa: at hyggja, men ikki keypa. Dagin eftir fóru vit til tað tiltiknu Bondi beach. Og tað er ikki so løgið at hon er tiltikin. Eg havi kanska ikki verið á so nógvum strondum, men eg havi verið á nøkrum, men sandurin har kann ikki samanberast við allar hinar. So bleytan og lekran sand havi eg ongantíð sæð fyrr. Og so var tað heldur ikki so galið at fáa sindur av litinum mann misti í NZ aftur.
Í dag hava vit so verið í Taronga Zoo. Sæð koala bjarnir, eiturkoppar og mangt annað. Í morgin áðrenn gongur leiðin so til fyrsta bóndagarðin hjá okkum, og vit bíða spent at vita hvat bíðar okkum har.
Marnar